Innanlands

Nýtt Fólkaheilsuráð sett

Magni Mohr, professari, heldur fram sum formaður

2020-05-25 19:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, hevur útnevnt eitt nýtt Fólkaheilsuráð.

Landsstýrismaðurin útnevnir sjey limir í Fólkaheilsuráðið, og verða hesi vald fyri fýra ár í senn.

Magni Mohr, professari í arbeiðs- og ítróttarfysiologi, heldur áfram sum formaður. Súsanna Olsen, varastjóri í Klaksvíkar sjúkrahúsi, verður nýggj næstforkvinna.

Hini, ið eru vald í Fólkaheilsuráðið, eru: Unnur S. Fonn, lærari á Skúlatrøð, Hallur Thomsen, viðskiftastjóri á Almannaverkinum, Katrina L. Holm, sálarfrøðingur, Katrin Danielsen, kommunulækni og Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur.

Uppgávurnar hjá Fólkaheilsuráðnum eru m.a. at ráðgeva lands- og kommunalum myndugleikum í sambandi við heilsufremjandi og sjúku- og vanlukku fyribyrgjandi tiltøk og at skipa fyri, at ítøkilig heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøk verða sett í verk og framd. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder