“Sig mær okkurt skeivt” er heitið á nýggjari útgávu frá klaksvíksbólkinum Adrenaline, sum er komin út í dag.
Nakrir av teimum sjey sangunum eru longu komnir út sum stakløg, men her eru eisini sangir, sum aldri eru hoyrdir áður.
Teir nýggju sangirnir á útgávuni eru ikki líka sum allir hinir sangirnir hjá okkum. Vit elska at royna nýggj ting og nýggjar mátar at skriva sangir upp á, siga limirnir í tíðindaskrivi.
Fyri teir er tað nakað heilt serligt at koma út við nýggjum album. Adrenaline gongur eina spennandi tíð á møti, tí við nýggju útgávuni sum barlast, síggja teir nú framtil um eina viku, hóskvøldið 3. august, at standa og spæla í stóra tjaldinum á Summarfestivalinum í Klaksvík. Konsertin við Adrenaline byrjar klokkan 23.30 komandi hóskvøld.
Útgávan “Sig mær okkurt skeivt” er innspæld á Dávavirkinum í Klaksvík, har Listarok heldur til. Allir limirnir hava verið við í kreativu prosessini. Ljóðupptøkum og viðgerð hevur Hans Edward Andreasen staðið fyri.
Limirnir í Adrenaline eru Tórður Sóleyarson, Jónas Jacobsen, Høgni Sørensen og Niclas Elttør Høgnesen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald