Innanlands

Nýtt gistingarhús í Skálavík: Satsa uppá at lata upp í summar

Hjúnini Martin Karl Olsen og Birita Dalsgaard Olsen, sum seinastu árini hava rikið caféina á Mølini, hava eisini havt ein dreym um at bjóða gisting í økinum, og tá Hotel Skálavík lat aftur, gjørdu tey av at fara í gongd

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

2021-04-10 11:28 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Í desember 2019 lat Hotel Skálavík aftur, men í summar verður eitt nýtt gistingarhús væntandi klárt í bygdini. Tað eru hjúnini Martin Karl Olsen og Birita Dalsgaard Olsen, sum síðan 2018 hava rikið caféina á Mølini, sum standa aftan fyri verkætlanina.

Tað hevur altíð verið ein dreymur hjá teimum báðum at bjóða gisting í økinum, men áðrenn Hotel Skálavík lat aftur, høvdu tey ongan skund.

– Vit hava merkt eftirspurning eftir kømrum í Sandoynni, síðan hotellið lat aftur, og tað er tað, sum hevur gjørt, at vit eru farin í gongd, sigur Martin Karl Olsen.

Nýggja gistingarhúsið á Mølini hevur tíggju kømur, sum eru umleið 22 fermetrar til støddar. Hvørt kamar hevur egið baðirúm og gott havútsýni. Tann endin av húsinum, sum vendir út móti sjónum er allur glas, sigur Martin Karl.

Í løtuni eru tey í ferð við at smíðja, og leggja vatn inn í húsið. Alt er komið í ordan við hita, men enn manglar trægólv, loftið, el og innbúgv. Málarar kunnu væntandi koma inn um tvær vikur, segði Martin Karl, tá Blaðið Vikuskifti tosaði við hann mikudagin.

Les alla greinina í Blaðnum Vikuskifti ókeypis her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder