Innanlands

Nýtt graslíki á Tórsvøll

Í dag byrjar arbeiðið at endurnýggja stoytdoyvingarlagið og graslíkið, og arbeiðið verður væntandi liðugt 23. juli

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-06-08 19:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag, týsdagin 8. juni, byrjar arbeiðið at endurnýggja stoytdoyvingarlagið og graslíkið á Tórsvølli í Gundadali.

Í tíðarskeiðnum fram til 23. juli, tá arbeiðið væntandi verður liðugt, koma akfør, maskinur og arbeiðsfólk at virka á økinum á og kring vøllin. Børn, ung, foreldur, venjarar v.m. vera biðin um at vísa stórt ansni við trygdini, meðan arbeiðið fer fram, og at halda seg uttanfyri stadion og tey avmerktu økini sunnanfyri Tórsvøll, skrivar Tórshavnar kommuna.

Í meðan arbeiðið fer fram hava feløgini og FSF umlagt virksemið í Gundadali, og eisini flutt nakað av virkseminum til aðrar vallir í kommununi.

Ráðgevi á verkætlanini er P/F LBF. Veitari er Metatron ehf. Nýggja graslíkið, ið verður lagt á Tórsvøll, er av merkinum Polytan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder