Arbeiðið at leggja vøllin á hevur gingið avbera væl, skrivar Sørvágs kommuna. Veðrið hevur spælt við.
- Byrjað varð hósmorgunin og longu týsdagin var arbeiðið liðugt. Klokkan 15:00 var vøllurin handaður kommununi. Ein fyritreyt fyri at leggja vøllin á er at tað skal vera turt, og veðrið hevur hepnast væl hesar dagarnar.
Nógv arbeið er farið fram - og er í gongd - á økinum kring Dungasand. Nú vantar bert skýlið í Sørvág. Tað verður væntandi liðugt seinni í ár, skrivar sorvag.fo.
Nýggja graslíkið er frá Domo Sports Grass, eins og tað nýggja í Klaksvík og tað í Norðragøtu.
- Tað er í hægstu góðsku og FIFA góðkent. Fyllan er umhvørvisvinarligt hágóðsku tundur. Gamla graslíkið var frá 2017, og nú varð tíðin búgvin at skifta tað út.
Mynd: Sørvágs kommuna
Tað er Føroya Møblasølu, ið er veitari.
Fótbóltskappingarnar eru í løtuni í summarfrí, men í gjár vandi besta mansliðið hjá 07 Vestur á nýggja vøllinum. Næsti heimadystur verður sunnudagin 4. august, tá føroyameistararnir úr KÍ koma á vitjan - tá skal graslíki veruliga standa sína roynd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald