Uttanlands

Nýtt koronufrábrigdi ger um seg í fleiri londum

Tilburðir av AY.3 og B.1.621 eru staðfestir í millum annað Danmark og Noregi, og frábrigdi kann vísa seg at vera meira smittandi enn deltafrábrigdi, hóast serfrøðingar meta, at tað er heldur tíðliga at staðfesta

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2021-08-25 13:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt nýtt frábrigdi av koronu er farið at gera um seg ymsastaðni. Serliga er tað í amerikansku statunum Mississippi og Missouri, at nógvir tilburðir av AY.3 og B.1.621 eru at síggja - áleið 40 prosent av øllum sum eru.

Talan er um eitt frábrigdi, sum hevur sín uppruna í Kolumbia, og sum sambært Reuters fyrstu ferð var at síggja har í januar.

Berlingske skrivar, at frábrigdi kann vera meira smittandi enn deltafrábrigdi, ið hevur verið tað mesta vanliga í teimum flestu londunum í longri tíð. Serfrøðingar ivast tó, um tað verður soleiðis, og Mads Albertsen, professari i "DNA-sekvensering" sigur við miðilin, at tað í øllum førum er ov tíðliga at siga.

Norska Dagbladet skrivar, at sjey tilburðir av B.1.621 eru staðfestir í Danmark. Norskir myndugleikar staðfesta, at nakrir tilburðir hava verið í Noreg, men alt ov fáir til at tað vekir stúran. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder