Innanlands

Nýtt móttøkuøki til burturkast tikið í nýtslu í Klaksvíkar kommunu

Endurnýtslan er flutt av Bumshamri til Grønhøvda, ið er beint sunnanfyri Norðhavnina

Borgarstjórin klippir snórin til lítlu móttøkuna (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

Borgarstjórin klippir snórin til lítlu móttøkuna (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2020-04-17 18:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nýggja móttøkuøkið hjá Endurnýtsluni varð latið upp í gjár. Økið er á Grønhøvda, beint sunnanfyri Norðhavnina, sum millum annað er hækkað og samstundis fríðkað til økið.

Í nógv ár hevur Endurnýtslan í Klaksvík, "bukkvald", verið heilt úti á Bumshamri. Nú er móttøkuøkið til burturkast nærhendis, har tað var, áðrenn tað flutti út á Bumshamar.

Økið hevur verið sera óruddiligt í nógv ár, men seinastu tíðina er nógv orka løgd í at gera tað klárt, soleiðis at nýggja endurnýtsluplássið er vorið eitt vakurt og rúmligt øki, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Tað er Byggifelagið Kanjon, sum hevur staðið fyri arbeiðinum.

[object Object]

Mynd: Klaksvíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder