
Mikudagin 29. septembur skipar Umhvørvisstovan fyri einum tiltaki um náttúruloysnir og lívmargfeldi. Endamálið er at skipa eitt netverk við persónum, sum á ymiskan hátt arbeiða við ella hava ávirkan á náttúru og lívmargfeldi í Føroyum, og at skapa eitt forum fyri hugskotsmenning á økinum.
Tað eru tær báðar Sigga Jacobsen og Jóna Ólavsdóttir, sum báðar samskipa verkætlanir hjá Norðurlendska ráðharraráðnum á Umhvørvisstovuni, sum eru fyriskiparar av tiltakinum.
Í arbeiði sínum uppliva tær ein tørv á einum forum, har til ber at kunna um arbeiðið við náttúru og lívmargfeldi, at fáa føroyingar virknar í norðurlendska samstarvinum, og at vísa á fíggingarmøguleikar frá Norðurlendska ráðharraráðnum til viðkomandi verkætlanir her á landi.
Tær vænta, at eitt netverk við persónum, sum arbeiða við hesum, annaðhvørt á fyrisitingarligum ella praktiskum støði, fer at skapa meirvirði, við tað at vitanin verður savnað á einum stað, og eitt rúm verður gjørt til vitanardeiling.
Startskotið til netverkið verður latið av á Reinsarínum mikudagin 29. september, har lagt verður upp til eina hugnaliga fakløtu.
Byrjað verða framløgum um, hvørjar avbjóðingar náttúran og lívmargfeldið í Føroyum hava, og hvørjar loysnir eru á avbjóðingunum. Síðani verður orðaskifti um evnið. Ein biti og okkurt drekkandi verður at fáa, og tí er neyðugt at boða frá luttøku hjá Siggu, [email protected] ella Jónu, [email protected] í seinasta lagi mánadagin 27. september.
Nærri skrá verður kunngjørd seinni.
Umhvørvisstovan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald