2023-11-29 20:05
Fríggjadagin 1. desember letur framsýning við Kára Svensson upp í Müllers Pakkhúsi í Havn. Á framsýningini vísir Kári Svensson fram sítt stóra savn av listaverkum.
Kári Svensson telist millum okkara kendastu akryl- og oljumálarar, men hevur í nýggjari tíð arbeitt við at blanda tøkni og arbeiðshættir.
Henda søluframsýning verður eitt forkunnugt høvi, at síggja ymisku listarligu úttrykkini hjá Kára savnað á einum stað.
Fernisering verður fríggjadagin 1. desember frá kl. 16 til 18.
Opið er eisini leygardagin 2. desember og sunnudagin 3. desember frá klokkan 14 til 18.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald