Innanlands

Nýtt raðhald á brúnna um Laksá

Smiðurin Vøgg Debes hevur steðið fyri arbeiðinum

(Mynd: Justinus Eidesgaard)

(Mynd: Justinus Eidesgaard)

2021-06-07 16:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Møguleikarnir at ganga fram við fjørðuni millum Oyndarfjørð og Hellurnar eru munandi batnaðar hesi seinastu árini.

Eitt nú oyndfirðinginum, Justinus Eidesgaard, búsitandi á Hellunum fyri at takka. Hann hevur hesi seinastu árini arbeitt við at fáa bøtt um møguleikan at ganga eftir gomlu gøtuni millum bygdirnar.

Seinasta er, at brúgvin um Laksá innast í Oyndarfirði er vorðin uppstigað, so at sterkt og snotiligt raðhald aftur er komið á brúnna.

Jústinus skrivar soleiðis á Facebook:

“Seinastu 10 árini havi eg í mínum stilla sinni arbeitt við eini verkætlan, har endamálið hevur verið at uppstiga ella uppgradera gongufarleiðina millum Oyndarfjørð og Hellurnar, soleiðis at vitjandi lættliga kunnu njóta hetta náttúruvakra stað.

Alifyritøkan Mowi hevur allatíðina verið høvuðsstuðulin, og hevur fíggjað og verið samstarvssinnað.

Í summar hevur tann hegnigi smiðurin Vøgg Debes gjørt rekkverkið á gomlu brúnni um Laksá av nýggjum. Tað var somikið tært nú, at tað ikki kundi gerast aftur. Vøgg er ein ordiligur smiður, og hálvar loysnir liggja ikki til hann. Uppstandi á brúnni var upprunaliga fýrakantað stál, evnað til í smiðjuni í Billustovu í Oyndarfirði.

Hóast Vøgg hevur verið við til at gjørt nógv rekkverk í eldinum í smiðjuni, hevur hann ikki fyrr roynt at gera hetta úr fýrakantaðum stáli, ikki fyrr enn brúgvin um Laksá stóð fyri tørnið, og seinasta fríggjadag kom rekkverkið upp.

Tað var beinanvegin roynt av starvsfólkunum á Vest Pack úr Vestmanna, sum á starvsfólkaútferð gingu úr Elduvík og út á Hellurnar, har tey ótu døgurða í rekaviðshúsunum.”

Jústinus skrivar eisini, at ætlanin er, at sjálv brúgvin skal styrkjast við einum jarndragara.

Uppstigingin av hesum økinum byrjaði, tá IRF gavst at tyrva í Oyndarfirði. Í sambandi við at tyrvingarøkið varð fingið í rættlag aftur, varð eisini borið so í bandið, at sandur varð pumpaður í fjørðuna fyri at endurskapa sandstrondina, sum einaferð var. Alifyritøkan Mowi stóð fyri hesum.

Eisini er góð gøta gjørd av vegnum oman á sandin. Henda gøtan verður gjørd liðug í summar.

- Nú manglar bara portrið uppi við landsvegin, skeltir við allar gøtuendarnar og at smíða eina brúgv um Spreingisá á Hellunum, og útlit eru fyri, at hetta arbeiðið verður liðugt í summar, skrivar Justinus Eidesgaard.  

[object Object]
Starvsfólk hjá Vest Pack vóru tey fyrstu at royna nýggja raðhaldið (Mynd: Justinus Eidesgaard)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder