Í fjør innspældi Vágs skúli jólalagið Stjørnan Lýsti, sum varð givið út um hálvan desember í fjør.
Børn í Vágs skúla hava áður givið út undir navninum Blandað Drops, og tí fekk útgávan við jólalagnum Stjørnan Lýsti heitið Blandað Jóladrops.
Skjótt varð borið at frá hugskotinum at spæla lagið inn, til lagið varð liðugt og givið út, og nú er eitt sjónband eisini gjørt til lagið.
Í nýggja sjónbandalagnum síggjast børn í Vágs skúla, meðan tey syngja og hugna sær.
Dagfinn Olsen gjørdi orð og lag og spældi bass, og Magni Husgaard tók upp, spældi tangentar og onnur ljóðføri og ljóðblandaði. Hans Petur í Brekkunum spældi saxofon, Kim Hansen tók upp og sang mongu kórrøddirnar, Tróndur Enni tók sang upp, og Ingun Háberg hevði kórleiðsluna. Finnur Hansen stóð fyri mastering. Tað eru børn í innskúlingini og í barnakóri í Vágs skúla, ið syngja.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald