Innanlands

Nýtt skjótianlegg verður gjørt inni á Sandvíkum

Samlaði kostnaðurin fyri alla verkætlanina kemur beint uppum tíggju milliónir. Býráðið fer helst at samtykja sáttmálan á 7,7 milliónir í kvøld - ein restfígging skal eisini útvegast, áðrenn arbeiðið fer í gongd

Articon hevur latið boð inn upp á skjótianleggið á Sandvíkum (Mynd: torshavn.fo)

Articon hevur latið boð inn upp á skjótianleggið á Sandvíkum (Mynd: torshavn.fo)

2021-04-29 18:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ætlanir hava í eina tíð verið um at gera nýtt skjótianlegg inni á Sandvíkum, og arbeiðið at gera tað varð boðið út 26. mars.

Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at bert Articon lat boð inn, og eftir tilmæli er talan nú um ein heildararbeiðstøkusáttmála uppá 7,7 milliónir. 

Samlaði kostnaðurin fyri alt prosjektið kemur tó uppá 10,39 milliónir, og tískil skal ein restfígging á 2,39 milliónir  útvegast, áðrenn arbeiðið fer í gongd, skrivar torshavn.fo.

Mælt verður til at játta hesa og at samtykja heildararbeiðstøkusáttmálan. Hetta verður helst gjørt á býráðsfundinum í kvøld, har málið verður lagt fram. Mentamála- og fíggjarnevndin taka undir við hesum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder