Mentan

Nýtt staklag frá Beinir

- Í ræðsluni fyri, at hon fór at velja hann fram um meg, skrivaði hendan kærleikssangin til eina, hann hevði gott eygað á, sigur Beinir um nýggja lagið "Romeo"

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-02-02 11:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinastu tvær vikurnar hevur Beinir verið á serligari konsertferð, har áhoyrararnir hava gjørt av, hvar hann spælir. Nú er Beinir klárur við nýggja staklagnum Romeo, sum plátufelagið The Bank Records gevur út.

Fyrsta staklagið Greener kom í topp 10 í donskum útvarpi seinasta heyst. Konsertferðin, sum er skipað eftir heilt serligum leisti og hevur heitið Unknown Location Tour - er komin í helvt, og Beinir hevur fingið høvi at møta eini rúgvu av fólki, sum hava lurtað og vónandi fara at lurta eftir hansara tónleiki. Beinir er komin víða á konsertferðini – úr Keypmannahavn yvir í Miðjútland. Hann hevur m.a. vitjað eina deild á Ríkissjúkrahúsinum, eitt motorsúkklufelag og eina familju, sum mintust ein kæran, tey hava mist. 

Nú er kemur annað staklagið av komandi heildarútgávuni hjá Beinir. Eins og hini løgini á útgávuni, er lagið Romeo spælt inn “live” fyri at skapa eitt serligt ljóð og huglag. Sangurin er framleiddur saman við kendum og royndum donskum framleiðarum. Romeo er ferðmikil við nógvari orku, har Beinir setir orð á ófullkomnan kærleika.

- Eg skrivaði Romeo, tá gentan, sum eg hevði gott eyga á, var um at koma í klørnar á einum øðrum drongi. Eg minnist væl, at eg kendi meg ófullkomnan og sá hendan flotta og perfekta mannin fyri mær. Í ræðsluni fyri, at hon fór at velja hann fram um meg, skrivaði hendan kærleikssangin til hennara, sigur Beinir.

Seinast árið hevur Beinir verið á konserferðum í Danmark, har hann hevur hitað upp fyri m.a. Stine Bramsen, Jonah Blacksmith og Dopha. Tá hevur hann spælt einsamallur, men nú hevur Beinir sín egna bólk, og fyrsta konsertin verður 27. apríl á Hotel Cecil í Keypmannahavn. 

Til ber at lurta eftir Romeo her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder