Sangarin og sangskrivarin Jógvan Andrias hevur lagt út nýggjan sang á tónleikapallarnar á netinum, sum Tutl samstarvar við.
Talan er um sangin “Egin slóð”. Jógvan Andrias hevur skrivað bæði orð og lag.
Uni R. Debess hevur framleitt, ljóðblandað og frumbandað upptøkurnar, sum fóru fram í upptøkuhølunum hjá Finni Hansen við Svalbardsvegin og hjá Una R. Debess við Íslandsvegin í tíðarskeiðinum frá 9. januar til 12. mars.
Tónleikarar eru:
Jógvan Andrias, sang
Edvard Nyholm Debess, bass, sang, arr. røddir
James Philip Goodwin, slagverk
Finnur Hansen, klaver, melodica og celeste
Uni Debess, gittar og banjo
Jógvan Andrias er yrkjari, lagsmiður og sangari úr Klaksvík. Eftir at hann tók eitt tónleikaskeið á vísilinjuni á norðurlendska háskúlanum í Kungälv í Svøríki í 1987, fór hann í álvara undir at skriva egnar sangir.
Í 1991 var sangurin ‘Ljós í Myrkri’ við á Amnesty tónum. Í 1999 kom fyrsta fløga hansara ‘Soleiðis Saman’. Í 2009 hevði hann lagið ‘Leikum Fagurt’ við á útgávu hjá Bláu Bylgju.
Síðani hevur hann latið úr hondum trý stakløg: ‘Sólarhvarv’ 2017, ‘Sóljuprinsessa’ 2021, og ‘Egin slóð’ 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald