Á summri í fjør lat Anton Liljedahl úr hondum eina EP við heitinum Summarnætur. Serliga var heitislagið nógv at hoyra í millum annað útvarpinum.
Nú er føroysk-svenski ungi maðurin aftur til reiðar við tilfari. Hesaferð er talan um eina single. Heitið er "Komi Heim", og sangurin snýr seg um at at finna sítt sanna heim og sín sanna samleika í heiminum.
Anton hevur føroyska mammu. Hann er uppvaksin í Svøríki men flutti sum 18-ára gamal til Føroyar. Seinastu tvey árini fyri tað mesta arbeitt við sínum tónleiki.
20-ára gamli maðurin kann spæla øll "høvuðsljóðførini": "Bass, trummir, gittara og klaver". Hann skrivar sínar egnu sangir, ið hann syngur við síni eyðkendu rødd.
Uttøkurnar fóru fram í Studio Bloch í Havn. Anton Liljedahl hevur framleitt "Komi Heim" saman við Símuni Dam, ið millum annað er kendur frá Danny and The Veetos. Sam Gibson hevur ljóðblandað í Cardiff. Hann hevur arbeitt saman við andaligum bólkum sum Hillsong, Bethel og Rend Collective. Hann er áður tilnevndur til eina Grammy. Útgávan hevur eisini verið framvið í Fraklandi, har ljóðframleiðarin Bruno Gruel, ið áður hevur arbeitt við David Guetta, hevur gjørt endaliga ljóðblandið (mastered). Guel hevur áður vunnið tvær Grammy's.
Tónleikarar frá VSJ eru við Anton Liljedahl á útgávuni, ið verður tøk eftir midnátt (00.00, fríggjadagin 28.02) Tað er Tutl, ið gevur út.
Innanlands
Nýtt tilfar frá Anton Liljedahl
20-ára gamli sangarin og tónleikarin hevur gjørt eina single-útgávu við heitinum "Komi Heim". Anton hevur sjálvur staðið fyri framleiðsluni, meðan ein Grammy-tilnevndur hevur staðið fyri at ljóðblanda
2020-02-27 22:12
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald