2020-02-21 11:22

Heiðrikur á Heygum gevur í dag nýggja plátu út. Hon kallast “Illusions”. Talan er triðju plátuna hjá Heiðriki, ið eisini hevur verið virkin, tá takan er um videoløg og stuttfilmur.
Plátan “Funeral, ið kom út í 2017, fekk góð ummæli í Føroyum og uttanlanda. Tað árið vann Heiðrikur á Heygum heitið sum besti mannligi sangari 2017 á FMA.
Plátan er framleidd av Janusi Rasmussen frá popp bólkinum BYRTA, og Sakarisi Joensen, sum eisini framførir undir egnum navni. Heiðrikur hevur áður millum annað framleitt videoløg fyri BYRTA.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2020/02/21/gallery-thumbnail/illusionscover-(1).jpg)
Umslagið av plátuni
Lagið er upptikið og framleitt í Íslandi, og streingirnir eru tiknir upp í Budapest.
Heiðrik hevur útgávukonsert í Norðurlandahúsinum 3. apríl, har hann framførir við fullum orkestri, strúkarum og kórinum KATA
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald