Innanlands

Nýtt tiltak fyri starvsøkjandi og lesandi á Seglloftinum

Tvøroyrar kommuna ynskir 27. desember at fáa prát í lag millum hesi og vinnurekandi og stovnar í kommununi

Í hesari vikuni verður meiri at frætta um

Í hesari vikuni verður meiri at frætta um "Starvsdagar", skrivar Tvøroyrar kommuna (Mynd: tvk.fo)

2024-12-16 08:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjadagin 27. desember, í tíðarbilinum klokkan 13 – 16, skipar Tvøroyrar kommuna á fyrsta sinni fyri Starvsdegnum.

Á heimasíðu sínari skrivar kommunan, at starvsdagurin er ein dagur, har starvssøkjandi, lesandi, og onnur við áhuga, kunnu støkka inn á gólvið og práta við umboð fyri vinnurekandi og stovnar í Tvøroyrar kommunu.

- Í býnum er nógv vinnuligt virksemi, og fleiri almennir stovnar halda til í kommununi. Ætlanin við degnum er, at fólk skulu kunna hava høvi til at tosa við umboð fyri hesi arbeiðspláss og fáa meiri at vita um hvat tað inniber at arbeiða hesi støð. Á henda hátt fáa áhugaði sett andlit á fyritøkuna ella stovnin og fáa eina betri fatan av, hvørjir møguleikar eru.

Tað er als ikki tilvildarligt, at hetta nýggja tiltakið er á skránni so seint á árinum. Hægri lærustovnarnir og skúlar hava feriu, og eisini kann væntast, at fitt av útisetum eru heima og vitja.

Sí eisini: Tvøroyar kommuna bjóðar lesandi hølir og góðar umstøður um jólini

Í hesari vikuni verður meiri at frætta um tiltakið og hvørjar fyritøkur/stovnar, verða at hitta. Talan verður um umboða frá bæði privata og almenna sektorinum.

Sambært tvk.fo eru pláss enn eftir fyri fyritøkur og stovnar, og er tað ókeypis fyri øll at luttaka.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder