2023-08-18 13:28
Í gjár læt nýumvalda bowlinghøllin upp aftur í Havn, nú við navninum Bowl.
Konseptið er tað sama, tó við ymsum afturat. Bowlingbanarnir eru nýggir, matstovan letur upp í nýggjum hami og eitt aktivitetsrúm er gjørt, har møguleiki er at spæla dart, boccia og ymiskt annað.
Eigararnir eru spentir uppá verkætlanina og siga at Bowl bæði er ætlað familjum við børnum, ungum, fótbóltsáhugaðum, vaksnum, ja øllum ið ynskja at hugna sær á ymsan hátt og eta væl.
Eigarar av Bowl eru Hjalti Hvítklett, Rúni Djurhuus, Ingi Solberg Joensen og Tóki Skeel Nolsøe. Dagligir leiðarar fyri nýggja hugnaliga staðnum eru Tóki Skeel Nolsøe, og Ingi Solberg Joensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald