Mentan

Óargaungar í svørtum maskum tóku grýlubomm frá smábørnum

Ikki øll hava havt eina góða uppliving tá tey í kvøld gingu grýlu

2023-02-20 22:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógv børn hava í kvøld gingið grýlu kring landið, og uttan iva hava tey flestu havt eitt gott upplivilsi, men í vesturbýnum í Havn hava óargaungar gjørt um seg.

Tað vísir ein Facebook-støðudagføring sum er farin í umferð í kvøld.

- Eg eri í SJOKK! Børnini fóru út at ganga grýlu, og tá tey vóru á Grønlandsvegnumn umleið kl 21, komu eini fimm 15-17 ára gamlir dreingir í svørtum maskum, og spurdu, hvat helviti tey gjørdu og tóku bommposarnar hjá báðum børnum, skrivar Elisabeth Restorff Hansen.

303 hava í skrivandi stund deilt støðudagføringina og í viðmerkingunum eru fólk, sum siga seg hava upplivað tað sama.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder