Uttanlands

Oasis-atgongumerki fyri yvir 50.000 krónur

Bólkurin heitir á fólk um ikki at keypa atgongumerki, sum verða seld víðari fyri meira, enn tey kostaðu í forsølu

2024-08-31 16:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stutt eftir, at fyrstu atgongumerki til konsertirnar hjá endurstovnaða bretska rokkbólkinum Oasis, vórðu sett til sølu fríggjadagin, varð roynt at selja tey víðari fyri  munandi hægri prís, og bólkurin heitir á fólk um ikki at keypa hesi atgongumerkini.

Oasis hevur 17 konsertir í Stórabretlandi og Írlandi næsta summar. Forsølan byrjaði fríggjakvøldið, og tilsamans roknar bólkurin við at selja umleið 1,4 milliónir atgongumerki.

Les eisini: Gallagher brøðurnir saman aftur

Sambært BBC hava vanlig atgongumerki til konsertirnar kostað millum 73 og 205 pund, men keyparar hava roynt at selt tey víðari fyri upp til 6.000 pund, sum svarar til yvir 53.000 krónur.

Sambært Oasis skulu atgongumerki seljast víðari umvegis síðunum Ticketmaster og Twickets, og ikki fyri hægri prís enn upprunaligi keypsprísurin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder