Fyrrverandi amerikanski forsetin Barack Obama og fyrrverandi forsetafrú Michelle Obama hava boðað frá teirra stuðli til Kamala Harris sum forsetavalevni fyri demokratiska flokkin.
Tað skrivar Barack Obama á X.
- Fyrr í vikuni ringdu Michelle og eg til okkara vin, Kamala Harris. Vit søgdu henni, at hon fór at vera ein fantastiskur forseti fyri USA, og at hon hevur okkara fulla stuðul, skrivar hann.
- Vit fara at gera alt, sum vit kunnu, fyri at srygja fyri, at hon vinnur í november. Vit vóna, at tú vilt hjálpa, skrivar fyrrverandi forsetin.
Núverandi amerikanski forsetin, Joe Biden, boðaði sunnudagin frá, at hann tók seg aftur í forsetavalstríðnum. Alt bendir á, at tað verður varaforsetin Kamala Harris, sum verður demokratiskt forsetavalevni. Donald Trump er valevni hjá republikanska flokkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald