2020-04-28 18:42
Freistin at lata tilboð inn til arbeiði av ferðavinnu- og menningarstratregi fyri Vágar og Mykines var 30. mars 2020. Tá freistin var farin, hevði setarnarbólkurin móttikið í alt níggju umsóknir.
Setanarbólkurin fyri verkætlanina hjá Visit Vágar, Sørvágs Kommunu og Vága Kommunu hevði samrøðu við fýra umsøkjarar.
Setanarbólkurin valdi at geva Odu Wilhelmsdóttir Andreasen møguleikan at arbeiða við verkætlanini.
Oda Andreasen er 47 ára gomul og hevur drúgvar royndir frá ferðavinnuni. Oda byrjar arbeiðið beinavegin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald