Uttanlands

Ódnin Barry nærkast landi: 77.000 fólk í Louisiana eru uttan streym

Myndugleikarnir í USA stúra fyri, at hetta kann enda sum í 2005, tá ódnin Katrina kravdi 1200 mannalív

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-07-13 17:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Miðjan av ódnini Barry er nú uml. 80 kilometrar frá strondini í amerikanska statinum Louisiana.

Fyrst varð Barry flokkaður sum ein tropiskur stormur, men síðani er hann vorðin ógvusligari, og er nú at rokna sum eina ódn.

Vatnflóð hevur verið fleiri staðni, og væntað verður, at støðan gerst verri næstu tímarnar.

12 fólk og ein ketta eru flutt burtur úr einum býi, sum liggur nær við vatnið, og eru tey nú í einum tryggum skjóli, skrivar DR.

Bjargingartænastan í Louisiana upplýsir eisini, at tey hava fingið fleiri umbønir um hjálp frá fólki.

Tað er serliga stóra mongdin av avfalli, sum er vandamikil, og summastaðni í Louisiana væntar mann, at tey fara at fáa fleiri enn 600 milimetrar av avfalli.

Heitt verður á fólk um at halda seg innandura, og fleiri staðni høvdu fólk fingið beinleiðis forboð móti at fara útum í nátt.

Flestu vanlukkurnar henda nevniliga, tá fólk fara út á vegin í illveðrinum, og tí heitir lokala løgreglan á fólk um at halda seg innandura.

Elfelagið í Louisiana hevur eisini boðað frá, at fleiri enn 62.000 fólk høvdu mist streymin klokkan seks í morgun lokala tíð. Klokkan ellivu varð talið komið upp á 77.000

Fleiri flogferðir til New Orleans í Louisiana eru eisini avlýstar.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur lýst undantaksstøðu í statinum.

Amerikansku myndugleikarnir stúra fyri, at tað fer at enda sum í 2005, tá ódnin Katrina herjaði. Tá lótu 1200 fólk lív, og meginparturin av New Orleans stóð undir vatni.

Í løtuni er Barry tó ikki eins ógvuslig og Katrina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder