Valstríðið fer at mekja hendan mánaðin í Føroyum, og eftir at løgmaður Aksel V. Johannesen útskrivaði val í ólavsøkurøðu sínari, verður valstríðið á ein hátt av álvara skotið í gongd í kvøld. Teir níggju floksformenninir hittast eftir Dag og Viku í sjónvapstovuni, her evnini vera ferðavinna og bústaðir.
Les meira: Fyrsta formansumfar á skránni
Eitt annað og øðrvísi politiskt tiltak verður í Klaksvík í annaðkvøld. Tað verður Í Café Gloriu, har politikarar úr øllum flokkunum luttaka. Tað verður tó einki vanligt kjak, tí tey sleppa ikki at tosa um politikk. Fyrireikararnir boða frá, at poltisku luttakarnir bara kunnu syngja; kanska rappa ella lesa eina yrking upp, og á tann hátt fortelja sín boðskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald