2022-11-28 16:41
Í sambandi við løgtingsvalið 8. desember verður eitt øðrvísi politiskt tiltak á Cafe Gloria í kvøld klokkan 19:30.
Hvør flokkur fær tilsamans umleið 15 minuttir býtt út á tvey umfør.
Eingin treyt er hvussu flokkarnir luttaka, men lagt verður upp til at tað ikki eru vanligar valrøður, sum vera bornar fram.
Hinvegin verða sjónarmiðini borin fram við upplestri, skemtiligum priki, tónleiki, sangi, kór, kvøðu, rappi, yrkingum og so framvegis. Hetta fyri at skapa ein lættan tóna, sum skapar hugna, látur og felagsskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald