2020-03-14 09:52
Í nátt hevur verið øgiliga friðarligt, sigur løgreglan.
Orsakað av Coronasmittuni hava myndugleikarnir heitt á skeinkistøð og matstovur um at lata aftur klokkan 22, og hesi tilmæli vórðu fylgd, og tí hava heldur eingi fólk verið í býnum í nátt.
Orsakað av tilmælinum frá myndugleikunum, valdu Glitnir og Irish Pub m.a. at framskunda Monkey Night og Pub Quiz í gjár, og onnur støð sum Essabarr, Víngarðurin, Jómfrúbakkin, Loca og Bassalt høvdu stongt.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at einasta málið, sum varð skrásett í nátt snúði seg um ein persón, sum koyrdi við kenning í miðstaðarøkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald