
Bill Justinussen úr Miðflokkinum fegnast um, at við uppskotinum frá Jørgen Niclasen um broytingar í tollógini fer eitt nú at bera til, at síggja ferðafólkalistar hjá flutningsfeløgum, sum flúgva og sigla upp á Føroyar.
- Hetta, at man gevur myndugleikunum møguleika at fáa atgongd til ferðafólkalistar, fáa atgongd til hvørji tey fólkini eru sum ferðast, hvør tað er, sum hevur keypt ferðaseðlarnar og hvaðani tey koma. Tað kann vera eitt ógvuliga hent amboð í stíðnum móti rúsevnainnflutninginum, segði Bill Justinussen, tá uppskotið var til fyrstu viðgerð í vikuni.
- Frá tingsins røðarapalli hava vit hoyrt, at tað komu fólk til Føroya og fóru á ávísar adressur í landinum, bankaðu uppá, tóku fólk út, og hølvaðu tey av og fóru illa við teimum fyri síðani at fara av landinum aftur, segði Bill Justinussen.
- Tað er óhugnaligt, at tað skal bera til í okkara landi, at útlendingar kunnu koma her og gera seg inn á okkum føroyingar á ein slíkan ræðuligan hátt. Tí haldi eg, tað er gott, at tað ber til hjatollvaldinum at síggja ferðafólkalistar fyri at verja ungfólk og familjurnar hjá teimum.
Hann nevndi eisini tað, at lógin gevur møguleika at kalla skip til lands sum liggja á reduni, fyri at kanna hvør er umborð og so víðari, sum eitt gott hugskot.
- Hetta eru tiltøk, sum eg haldi eru genial í stíðnum móti rúsevnamisnýtsluni og innflutninginum, segði hann.
- Vit verða noydd at gera tiltøk, sum hava til endamáls at basa rúsevnamisnýtsluni í Føroyum.
Uppskotið liggur í fíggjarnevndini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald