Innanlands

Økisnøvn við føroyskum stavum

á, ó, í, ú, ý, æ og ð kunnu nú brúkast í føroyskum økisnøvnum

2020-04-21 10:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á landaøkinum .fo ber nú til at fáa økisnøvn við føroyskum stavum. Hetta merkir, at stavirnir á, ó, í, ú, ý, ø, æ og ð nú kunnu brúkast í økisnøvnum, sum enda við .fo.

Øll hava møguleika at keypa sær eitt økisnavn við føroyskum stavum, men fyritøkur, stovnar, feløg ella einstaklingar, sum í dag hava eitt økisnavn, ið kann stavast við føroyskum stavum, hava framíhjárætt til økisnavnið.

Um tú hevur framíhjárætt til eitt økisnavn, ber til at ogna tær økisnavnið við at útfylla eitt oyðublað á økisnavn.fo.

Nic.fo broytir navn til økisnavn.fo
Samstundis sum møguleikin at fáa økisnavn við føroyskum stavum er komin, broytir nic.fo navn til meira sigandi navnið "økisnavn.fo”.

Nýggja heimasíðan liggur sjálvandi á økisnavn.fo, har til ber at bíleggja sær eitt økisnavn við – ella uttan – føroyskar stavir.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder