Okkara Land var fyri fyrstu ferð í Marknagili í juni mánað í ár. Vánaligt veður og verkfall gjørdu, at fyrireikingarnar ikki blivu tær bestu, men kortini leitaðu nógv fólk sær á konsertdagin.
Nú verður konsertdagurin fluttur oman á Skálatrøð, siga fyrireikararnir.
Samstundis kunnger Okkara Land, at Jacob Haugaard fer at framføra tá konsertdagurin verður í summar 21. juni.
- Jacob Haugaard er ein maður við nógvum gávum – skemtarin, tónleikarin og fólksins maður, ið hevur glett fólk í fleiri áratíggju við sínum eyðkenda skemti, sjarmu og tónleiki, skriva fyrireikararnir.
- Hann er føddur 12. maj 1952 í Tvøroyri á Suðuroy, men vaks upp í Horsens í Danmark. Hann hevur sjálvur sagt, at hansara føroysku røtur hava givið honum eina serstaka tilgongd til lívið – ein blanding av tí stuttliga, tí absurda og tí lívsjáttandi.
Umframt Jacob Haugaard, hevur Okkara Land kunngjørt, at Lou Bega, sum er kendur fyri eitt nú Mambo no. 5 og Sweet like Cola kemur at spæla.
Sí eisini: Myndarøð: Okkara Land 2024
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald