Innanlands

Økt brenniorka á Hagaleiti

Nýggja móttøuhøllin hjá IRF gevur nógvar umhvørvisligar og rakstrarligar fyrimunir

2021-04-22 11:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Brennistøðin hjá IRF á Hagaleiti megnar nú at brenna munandi meira enn hon gjørdi fyrr. Eftir eina umvæling í 2018 er kapasiteturin á støðini farin frá at brenna 55 tons um samdøgrið til í miðal 75 tons um samdøgri.

Henda økta brenniorkan kemur væl við, tí vit tveita meira burtur nú, enn vit gjørdu fyrr. Tó minkaði burturkastnøgdin í 2020 við trimum prosentum í mun til 2019.

Tað framgongur av frágreiðingini, ið IRF hevur gjørt í sambandi við aðalfundin í felagsskapinum, sum júst hevur verið.

Les eisini: Nýggj nevnd í IRF 

Móttøkuhøll roynist væl
Móttøkuhøllin, sum varð roynd í undanfarna ári, var liðug fyrst í fjør. Rakstrarligu og umhvørvisligu fyrimunirnir við høllini eru nógvir, og hon er eitt stórt stig á grønu kós felagsins.

IRF hevur nú møguleika at goyma timbur inni, og eisini verður alt tilfar kvarnað, áðrenn tað verður koyrt í køstin, sum ger, at tað er lætt at blanda tilfarið. 

Nýtt tyrvingar- og rottangapláss
Í 2019 skrivaðu IRF og Tórshavnar kommuna undir sáttmála um at gera felags tyrvingar- og rottangapláss úti í Nýggjheiðum millum Kvívík og Vestmanna. Fyrsta byggistig, sum umfataði byggibúning v.m., var liðugt í 2020, og farið varð eisini undir annað byggistig.

Tá ið stórar íløgur verða gjørdar í felag heldur enn hvør sær, verður tað til gagns fyri allar føroyingar, tí kostnaðurin verður minni fyri hvønn borgara. 

Fleiri burturkastbólkar til endurvinning
Í 2020 fór IRF undir at endurvinna glas. Seinastu árini hava nógv spurt eftir hesum skiljimøguleikanum, so tað er gleðiligt at hetta nú ber til. Eisini fór IRF undir eina stuðulsskipan, har felagsskapurin rindar helvtina av øllum bokashi-settunum, sum limakommunurnar lata borgarum sínum. 

Áhugin frá limakommununum vísti seg alt fyri eitt at vera stórur, og í 2020 vórðu yvir 700 bokashisett latin borgarum í 12 kommunum, upplýsir IRF.

730.000 í avlopi
Ársúrslitið hjá IRF fyri 2020 gjørdist 730.000 krónur í avlopi. Hetta er 669.000 krónur betri enn mett frammanundan. Inntøkurnar eru 6,4 milliónir krónur hægri enn mett, annar uttanhýsis kostnaður er 3,7 milliónir hægri, og starvsfólkakostnaður 1,7 milliónir krónur hægri enn mett frammanundan.

Í 2020 hevur IRF gjørt íløgur fyri tilsamans 61,5 milliónir krónur. Av hesum vórðu 3,1 milliónir nýttar á Hagaleiti til brennistøðina og móttøkuhøllina, 12,6 milliónir krónur til umsitingarbygningin á Hagaleiti, 35,4 milliónir í tyrvingar- og umlastingarplássum, og 10,4 milliónir krónur vórðu nýttar til bilar og maskinur.

Bruttoúrslitið fyri 2020 gjørdist 60,9 milliónir krónur, sum er 3,5 milliónir meira enn í 2019. Fíggjarstøðan javnvigar við 227 milliónum krónum í 2020 í mun til 185 milliónir í 2019.

Ársfrásøgnin hjá IRF   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder