Innanlands

Olaf aftur innstillaður til Reumert

Hesaferð er hann innstillaður saman við viðleikara

Jens Albinus og Olaf Johannessen spæla tvíburar og eru báðir innstillaðir

Jens Albinus og Olaf Johannessen spæla tvíburar og eru báðir innstillaðir

2020-06-05 09:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyski sjónleikarin Olaf Johannessen er á fjóðra sinni nomineraður til stóru donsku sjónleikaravirðislønina, Reumert.

Í 2018 fekk hann Heiðurs Reumertin.

Í ár eru Olaf Johannessen og Jens Albinus í felag nomineraðir fyri mannliga høvðusleiklutin fyri tvíbura leiklutin í ”Det Store Stilehæfte” á Husets Teater. Hetta er fyrstu ferð tveir leikarar í felag eru nomineraðir til prísin. Hinir, ið eru innstillaðir til henda heiður eru Jacob Madsen Kvols fyri sín leiklut í ”Rocky Horror Picture Show” á Aarhus Teater og Ulver Skuli Abildgård fyri leiklutin í ”Jeppe på Bjerget” á Vendsyssel Teater.

Leikurin ”Det Store Stilehæfte” er hartil nomineraður til prísin fyri Ársins leik.

Príshandanin verður 21. september í Folketeatret.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder