2022-02-12 10:17

Olaf Johannessen, sum í løtuni vitjar í Føroyum í sambandi við frumsýningina av krimirøðini Trom, vitjaði fríggjamorgunin á Ráðhúsinum í Havn saman við konuni Maritu Dalsgaard, har tey hittu Heðin Mortensen, borgarstjóra, til ein kaffimun og eitt hugnaligt prát.
Olaf Johannessen hevur fingið fleiri av størstu viðurkenningunum, sum til ber at fáa sum sjónleikari í Danmark, harímillum víðagitnu Reumert-heiðurslønina. Herfyri fekk Olaf Johannessen eisini Mentanarvirðisløn landsins.
Borgarstjórin nýtti høvið at takka Olafi fyri tann stóra týdning, Olaf, pápin Eyðun og familjan annars hava havt fyri leiklistina í Havnini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald