Olaf Scholz, kanslaravalevni og formaður í sosialdemokratiska flokkinum SPD sigur, at hann ynskir at skipa stjórn við umhvørvisflokkinum Die Grünen og liberala flokkinum FDP.
Úrslitið av tjóðartingsvalinum í gjár er ein greið ábending um, at konservativu systurflokkarnir CDU/CSU mugu fara í andstøðu eftir 16 ár við valdið, sigur hann.
– Veljararnir hava verið greiðir. Tey hava boðað frá, hvør skal skipa næstu stjórnina. Teir hava styrkt sosialdemokratarnar, tey grønu og FDP, og tí er tað eitt greitt mandat, sum borgarar í hesum landinum hava givið um, at hesir tríggir eiga at skipa komandi stjórnina, sigur hann sambært Ritzau.
SPD varð størsti flokkurin við 25,7 prosent av atkvøðunum, meðan CDU/CSU fekk 24,1 prosent, ið er ein afturgongd á 5,2 prosent.
FDP fekk 11,5 prosent av atkvøðunum, meðan Die Grünen fekk 14,8 prosent.
Les eisini: Val í Týsklandi: SPD størsti flokkurin
Tingið verður metstórt
Komandi valskeið fer týska samveldistingið at hava fleiri limir enn nakrantíð fyrr. Tilsamans fer tingið at hava 735 limir, upplýsa almennu valmyndugleikar mánadagin.
Áður vóru 709 limir, sum eisini var tað higartil hægsta talið.
Í mun til í øðrum londum er talið á sessum í tjóðartinginum ikki greitt frammanundan.
Orsøkin til hetta er, at veljarar í Týsklandi skulu seta tveir krossar á atkvøðuseðilin. Fyrsti krossurin verður settur beinleiðis við eitt valevni, sum stillar upp í eitt av teimum 299 valdømunum. Hin krossurin verður settur við ein flokk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald