2021-06-11 15:51
Tað er ein ávísur hurluvasi í handlum kring Føroyar í løtuni. Tí seinasta hálvan tíman hevur tað ikki riggað at rinda við korti.
Ólag er á gjaldsterminalum bæði í Føroyum og Danmark sigur Føroya Tele í fráboðan.
Tað er óvist, hvør orsøkin til hetta er, men veitararnir arbeiða av øllum alvi at loysa trupulleikan, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald