Innanlands

Ólátaður á venjingarmiðstøð í Havn

Ein maður fekk bót fyri brot á skilhaldsreglurnar, tí hann hevði ágangandi atburð

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-08-03 12:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um 22 tíðina í gjár fekk løgreglan fráboðan frá einari venjingarmiðstøð í Havn um ein persón, sum var heldur ágangandi í sínum atburði.

Hann hevði óbehagiligan atburð, sigur løgreglan. Fyri tað fær hann bót fyri brot á skilhaldsreglurnar, sum í hesum føri eru 1500 krónur.

Talan var ikki um ein útlending, sigur løgreglan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder