Umframt framsýningina, sum stendur í Listasavninum fram til 13. desembur, letur Ole Wich nú upp annan part av retrospektivu framsýningini í Müllers Pakkhúsi.
Upplating er fríggjadagin kl 16 har øll eru vælkomin. Henda framsýningin hevur heitið ”retrOWspektIIv. Ole Wich - kunst i bakspejlet”.
Orsøkin til framsýningina er, at listamaðurin Ole Wich fyllir 70 ár sama dag, hin 4. novembur, og hevur verið virkin í Føroyum síðan í 1980’unum.
- Eg havi við listarligum arbeiði verið rætuliga víða um og nomið við ymisk úttrykk og brúkt ymiskt tilfar og miðlar. Tað kann føra við sær, at áskoðarin kann hava trupult at kenna verkini aftur, eftirsum tey skifta í úttrykki, stíli og metodu, sigur Ole Wich undan upplatingini fríggjadagin.
- Tey mongu ymsu verkini og verkætlanirnar, í ymsum tilfari og miðlum, hava nøvn sum: Brøytingar - rúmást - Køsturin - Stæreblind - homoFObia - YrkFOzt - Thawshavn - 3D Dímun - Wunderland - HugA - … í spønir - TrondurNegativ - Street credability - My Right Foot Left - Hommage á Ingálvur - Vendeformer - Safe space for old white men - Dianas bytte.
- Júst tí havi eg givið út ein avrikslista, sum er innbundin í stórari í bók, við heitinum »Ole Wich kunst. Autobiografisk œuvre frem til 2023«. Her kann greiða fáast á mest sum øllum mínum verkum síðan 1987, sigur listamaðurin.
Bókin og fleiri av framsýndu verkunum kunnu keypast á framsýningini fríggjadagin.
Opið er hvønn dag frá kl 14 til 19 fram til 19. novembur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald