Innanlands

Óli Hans Olsen settur stjóri á Vørn

Avloysarin hjá Elmar Højgaard er funnin

Óli Hans Olsen hevur eitt nú verið skipari á Brimli

Óli Hans Olsen hevur eitt nú verið skipari á Brimli

2020-03-11 17:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur tikið avgerð um at seta Óla Hans Olsen í starvið sum stjóri á Vørn.

Óli Hans Olsen er 48 ára gamal. Hann hevur útbúgving sum skipsførari og hevur eitt nú verið skipari á Brimli og Tjaldrinum 11 tey seinastu árini.

Áðrenn tað var hann yvirstýrimaður/stýrimaður hjá Vørn í seks ár. Umframt hesar royndir hevur hann siglt hjá DFDS og verið stýrimaður og dekkari á fiskiskipi í fleiri ár.

Á síni yrkisleið hevur Óli Hans Olsen ognað sær viðkomandi leiðsluroyndir og serstakt innlit í virkisøkið hjá Vørn innan tilbúgving, fiskiveiðieftirlit, skiparakstur og fyrisiting.

Óli Hans Olsen byrjar í starvinum sum stjóri á Vørn eftir nærri avtalu við arbeiðsgevaran.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder