
Skúlaleiðslan, lærarar, umboð frá kommununi og nærmasta familja hjá Olinu úr Hvalvík hittust til eina hugnaliga fráfaringarløtu fyrrapartin í dag, nú Olina takkar fyri seg.
Vagn Foldbo, skúlastjóri, helt røðu og takkaði Olinu fyri hennara trúfesti og ómetaliga stóra arbeiðsavrik øll hesi 27 árini. Eisini John Færø, trivnaðarstjóri, nýtti høvi at takka Olinu fyri gott samstarv.
Olina hevur verið í starvið sum skrivstovufólk í 27 ár
Hugnaligir tónar frá Steintóri Rasmussen settu eisini ein hugnaligan dám á løtuna.
Klaksvíkar kommuna takkar fyri tíðina og ynskir Olinu blíðan byr framyvir.
Klaksvíkar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald