Innanlands

Øll eru undir 15 ár

Tað vóru børn, sum eitt kvøldið herfyri skaffaðu sær atgongd til hølini hjá Fróðskaparsetrinum á Frælsinum

2024-03-14 09:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár varð sagt, at tey ikki vóru “kend av politinum frammanundan”. Í dag verður avdúkað, at talan var um børn, tí øll eru undir 15 ár.

Talan er um eitt herverksmál frá mánakvøldinum, har brotið var inn í bygningin á Frælsinum í Havn, sum fyrr æt Venjingarskúlin, men sum nú hýsir ein part av virkseminum hjá Fróðskaparsetrinum.

Óvist er um nakað er stolið, men rættiliga umfatandi herverk varð framt. Men løgreglan hevði góð spor at ganga eftir, tí myndir kundu skaffast av herverksfólkunum, sum øll fimm vóru “fangað” av vakmyndatólum inni í bygninginum.

Les eisini: Fimm fólk brutu inn á Fróðskaparsetrið

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder