- At gera mat til hundraðtals virkin børn og ung, er ikki bara sum at siga tað. Men tað hevur ein familja á Strondum átikið sær annaðhvørt ár á summarlegunum í Nesvík.
Hetta skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari, har man hevur sett sjóneykuna á familjuna, ið hevur eina serstaka siðvenju.
– Okkum dámar væl at hjálpa, tá ið tørvur er á okkum í Nesvík. – Nú eri eg pensionist. Annars havi eg m.a. verið leiðari í køkinum á Bakkafrosti í fleiri ár, so tað fellur mær lætt at fáast við matgerð
Hetta sigur Maritha Jóhansdóttir við trubodin.fo
Tað er hjúnini Maritha Jóhansdóttir og Marnar Jóhan Danielsen á Strondum, sum í fleiri ár hava tikið stig til, at øll familjan fer til Nesvíkar at taka sær av køkinum á fyrstu summarleguni.
Mynd: trubodin.fo
Hendan summarlegan er síðst í juni, og er kokkaátakið nakað, ið familjan hevur gjørt í fleiri ár. Tó er nakað av fráviki í, hvat familjan ger saman.
- Annaðhvørt ár er familjan í køkinum í Nesvík, og annaðhvørt ár eru tey í summarhúsi ymsastaðni í Føroyum.
Maritha og Marnar eiga fýra børn og fleiri barnabørn. Í ár lagaði tað seg soleiðis, at tað bar ikki til hjá øllum í familjuni at vera við í Nesvík, men okkurt ár hava tey verið øll.
Maritha sigur við Trúboðan, at hon og maðurin hava ofta hjálpt til í køkinum, síðani Leguhúsið í Nesvík varð bygt og til ymisk tiltøk.
– Er lív og heilsa, so ætla vit at halda fram við hesum góða siði. Vit vilja fegin rætta ein hjálpandi hond á legum og øðrum tiltøkum í Nesvík. Harafturat er tað sera gott og gevandi fyri familjuna, og tað styrkir samanhaldið okkara millum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald