Uttanlands

Øll í Wuhan eru útskrivað

Hetta verður upplýst fyri CNN. Wuhan er staðið, har koronavirusið byrjaði

2020-04-27 10:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var í milliónabýnum í Hubei-landslutinum í Kina, at fyrstu koronatilburðirnir vórðu skrásettir, og tað er eftir øllum at døma har, at virusið, ið av álvara hevur sett sín dám á 2020, stavar frá.

Frá Kina spreiddi tað seg til onnur lond í Asia, síðani til Evropa, og tað er júst í evropeskum londum afturat USA, at nógv størsta talið av smittutilburðum er staðfest seinastu vikurnar.

Smittutalið í Kina er so at siga steðga upp, og í miðdeplinum Wuhan er nú eingin innlagdur við koronavirusinum. Hetta upplýsir Mi Feng, talsmaður fyri kinesisku heilsunevndina, sambært CNN. 

11 milliónir búgva í Wuhan. Tá tað stóð heilt illa til í januar-februar, vórðu nýggj sjúkrahús bygd, tí plásstrot var. So at siga alt var stongt og útigongubann var í  tveir og ein hálvan mánað.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder