
Leygardagin vórðu tveir smittutilburðir staðfestir á Landssjúkrahúsinum, men á Landssjúkrahúsinum halda tey seg nú hava tamarhald á støðuni.
Tað var ein innlagdur sjúklingur og eitt starvsfólk á Landssjúkrahúsinum, sum fingu staðfest korona. Sjúklingurin varð fluttur á koronadeildina og starvsfólkið fór í sóttarhald.
Starvsfólk og sjúklingar, sum hava verið í sambandi við tey bæði smittaðu, eru eisini farin í sóttarhald, og øll eru tey vorðin kannaði.
Tummas í Garði, varastjóri á Landssjúkrahúsinum segði við útvarpið á middegi, at úrslitini av øllum kanningunum vóru negativ, og sostatt halda tey, at tamarhald er á støðuni.
Sjúklingarnir sum liggja á raktu deildini vórðu fluttir á einastovur í 10 dagar og verða teir kannaðir aftur annan hvønn dag næstu 10 dagarnar. Starvsfólkini, sum eru farin heim í sóttarhald, verða eisini kannaði aftur annan hvønn dag næstu seks dagarnar, upplýsti Landssjúkrahúsið í tíðindaskrivi í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald