2022-06-25 15:14
Tað er ikki vanligt, at norska løgreglan hevur vápn uppiá sær, men øll løgreglufólk í Noregi skulu nú bera vápn – fyribils.
Hendan avgerðin er tikin í kjalarvørrinum á skottilburðinum í Oslo í nátt, har tvey fólk lótu lív og 21 vórðu særd.
– Hendingin í Oslo er álvarsom og verður kannað sum yvirgangur. Útfrá teimum upplýsingunum frá PST og løgregludøminum í Oslo, hava vit tikið avgerð um fyribils at bera vápn, sigur løgreglustjórin, Benedicte Bjørnland sambært DR.
Les eisini: Oslo: Tvey fólk latið lív og fleiri særd av skotum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald