- Í løtuni er støðan tann, at handsprittið er útselt, og vit vita ikki nær vit kunnu skaffa meira frá okkara danska veitara.
Tað sigur Beinta Joensen, farmaseutur á Tjaldurs Apoteki, har tey hava seinastu tíðina merkt eina munandi øking í søluni av hondspritti, nú corona hevur nærkast í fleiri dagar, og sum í dag varð staðfest í Føroyum.
- Vit arbeiða uppá at finna aðrar loysnir, kanna um vit kunnu bíleggja hondspritt frá øðrum veitarum, og vit vænta at innan fáar dagar hava vit onkra loysn, sigur Beinta Joensen við útvarpið.
Kemilux selur eisini spritt, og tað merkist væl, at fyrsti coronatilburðurin er staðfestur í Føroyum.
- Vit hava fastar kundar, sum keypa spritt frá okkum alt árið, og beint nú er tað mest privatfólk sum koma niðan umframt nógv sum ringja inn, og spyrja eftir spritti.
- Vit hava nógv fleiri fyrispurningar enn vanligt, og í størri nøgdum og frá fyritøkum sum vit vanliga ikki selja so nógv til. Í løtuni eru vit undir pressi, men vit framleiða sjálvi spritti her í Føroyum, og koma at arbeiða so nógv sum møguligt fyri at koma upp undan, sigur Andreas F. Hansen, søluleiðari hjá Kemilux, við útvarpið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald