Bretski popparin, Olly Murs, vísti seg at vera ein fongur fyri Summar Festivalin.
Helst vóru vit mong, sum ongantíð høvdu hoyrt um henda bretan fyrr. Men í trunkanum framman fyri stóra pallinum á Vágsbøi var týðuligt, at unga ættarliðið hevði glett seg til júst hesa konsertina, og seinni vísti tað seg eisini, at tey eisini kendu tey flestu av sangunum eisini.
Fyri okkum, sum ikki kendu sangirnar, byrjaði konsertin heldur tungliga, meðan Olly áhaldandi royndi at sannføra stóru áshoyrarafjøldina um sínar dygdir.
Og so hvørt sum lív kom í fjøldina, og dansurin og troðkanin gjørdist heldur ógvuslig, byrjaði Olly at sannføra okkum um sínar dygdir. Ikki heimsins besti sangari, men fínur undirhaldari, sum dugdi síni dansi-‘moves’.
Og orkestrið var frálíkt. Swingandi rhytm’n’blues og poppur á høgum støði. Og her heilt frammi í troðkanini undir pallinum, var ljóðið eisini frálíkt – munandi betri, enn tað var kvøldið fyri, tá vit komu at standa í so aftarlaga.
Tá Olly so treiv í nøkur vælkend party-hits, gjørdist konsertin nærum fullkomin. Eitt gott upplivilsi á Vágsbøi.
Troyttast ikki av Tinganest
Eftir Olly vóru Tinganest í tjaldinum. Tinganest hava spælt so at siga á øllum festivalum og størri konserttiltøkum í summar. Men í tjaldinum í gjárkvøldið var onki, sum bendi á, at fólk eru farin at troyttast av Magnusi, Jakkanum, Holgari og Finni.
Stúgvaða mannamúgvan kókaði.
Hóast konsertin var í so stutt – har vóru nógvir sangir eftir at syngja – so var tað eisini eitt frálíkt upplivilsi við Tinganest í toppformi, og teir hava eisini fingið onkrar av teimum gomlu sangunum við á skránna, sum ikki hava verið at hoyra á palli í seinastuni.
Yvirmatchað
Fyrr á kvøldinum upplivdu vit Daniu O. Tausen og hennara bólk á stóra pallinum. Ófatilig musisk evni, hesi ungu fólkini hava. Men at koyra tey á ein so stóran pall, tyktist vera ‘yvirmatchað’.
Nærverandi og inniligu sangirnir hjá Daniu eru ikki egnaðir til støð har tað er so langt millum pallkant og áhoyrarar.
Bjór-úrvalið
Á veg heim til hugfarsligu sangirnar og tónarnar frá Herborg Torkilsdóttir, og longur frammi hoyrdu vit eisini tónarnir frá Dynamitt í fjarstøðu. Har tyktist lagið at vera gott, og tað var tað heilt sikkurt eisini til Adrenaline og RSP longur út á náttina.
Sum vera mann er altíð okkurt at knarra um. Her skal tað vera ølúrvalið á festivalinum. Onki ilt um lokala bryggjaríið, men bert at hava pilsnara og gull í ølkranunum og ikki tað myrkara klassik, er eitt keðiligt mistak. Í mínum smakki er onki annað enn prosentini á muni millum eina veðr og eina gull frá Føroya Bjór, og tí var tað eitt vónbrot ikki at kunna keypa eina øl av eitt syndur myrkari slag. So er tað sagt...
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald