Sum vant hevur løgreglan havt nøkur ferðslumál seinasta samdøgrið.
Ferðslupatrulja var á Sandoynni og gjørdi ferðmátingar. Tað gjørdist tó "bert" talan um mál fyri ólógliga yvirháling.
Hetta var, tá ein ætlaði at sleppa frammum ein annan bil, beint áðrenn teir skuldu inn í Sandoyartunnilin.
Biluruin fór yvirum eitt mark, sum man ikki skal - eins og man ikki skal yvirhála inni í sjálvum tunnlinum. Hetta kostar eitt klipp og eina bót.
Nakrar støður í Norðurøkinum
Tað kostar tað eisini einum bilførara í Klaksvík. Løgreglan hevði illgruna um, at viðkomandi koyrdi ávirkaður í gjárkvøldið.
Bilurin varð støðgaður, førarin skuldi blása, og tað vísti, at viðkomandi hevði eina nakað høga promillu. Blóðroynd varð sjálvandi tikin, men alt bendir á, at hesin persónurin verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Løgreglan tekur í løtuni nógvar nummarplátur. Í gjárkvøldið og í nátt var talan um seks ymiskar. Tað kenst millum annað av, at eigarar hjá bilunum ikki hava goldið vegskatt. Nú fer tað at kosta at fáa pláturnar aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald