Mentan

Olvheðin Jacobsen kom víðari

X Factor er í gongd aftur og fyrstu upptøkuroyndirnar vórðu vístar í kvøld. Aftur í ár er føroysk luttøka í stóru donsku tónleikakappingini

2023-01-01 20:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Aftur í ár er føroysk luttøka í stóru donsku tónleikakappingini X Factor. Olvheðin Jacobsen úr Hvannasundi hevur verið til upptøkuroynd, og var við í fyrsta partinum, sum varð vístur á TV2 í kvøld.

[object Object]

Hann royndi seg við lagnum “What a Wonderful World” hjá Louis Armstrong, og fekk eisini rós frá dómarunum fyri framførsluna.

Sundamaðurin kláraði seg so mikið væl, at hann slapp víðari í kappingini.

[object Object]Dómararnir í ár eru Simon Kvam, Kwamie Liv og Thomas Blachman (Mynd: Lasse Lagoni / TV 2)

Olvheðin Jacobsen hevur gjørt um seg í Føroyum í fleiri ár. Á jólum var hann millum annað við í Jól við Løkin.

Næstu tvey fríggjakvøldini verða tað eisini upptøkuroyndir, og síðani verður stólaspæl - sonevnd six-chair challenge.

Í fjør vóru ikki færri enn tveir føroyingar við. Kári Fossdalsá og Tina Mellemgaard, sum bæði komu í finaluna.

X Factor sæst á TV2 og á TV2 Play.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder