Innanlands

Landslæknin ikki vísindalig prógv fyri at koronapass heldur smittutrýstinum niðri

Tað hevur ikki eydnast landslæknanum at finna vísindalig prógv fyri tí, sum Farsóttarnevndin annars hevur mælt landsstýrinum til at seta í gildi. Hetta skuldi halda smittutrýstinum niðri - eitt smittutrýst sum í mesta mun er blivið størri síðani koronupassið varð sett í gildi

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-12-07 13:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hanna Jensen setti 22. november eina røð av spurningum til løgmann í einum grein 52 fyrispurningini.

Svarið er komið, og Bárður á Steig Nielsen sigur millum annað, at heimild er at krevja koronupass.

Les eisini: Hava heimild at krevja koronupass

Men eitt annað sum kemur fram í svarinum er, at landslæknin ikki hevur vísindalig prógv fyri virknaðin av koronupassi.

Hanna Jensen spyr soljóðandi: Eru heilsufaklig prógv um, at koronupassið tálmar smittutrýstinum í samfeløgum, har tað verður nýtt, og er hetta effektivari enn koronukanningar.

Landslæknin sigur í svarinum, sum løgmaður endurgevur, at eitt koronupass er væl roynt amboð í tí mesta av Evropa. Men vísindalig prógv hevur landslæknin ikki fyri virknaðinum, verður upplýst.

- Eitt koronapass er væl roynt amboð í tí mesta av Evropa, og hevur verið viðvirkandi til at samfelagið kann vera opið, samstundis sum smittutrýstið er hildið niðri. Tað hevur ikki verið møguligt at finna vísindalig prógv fyri virknaðinum, eru boðini frá landslæknanum.

- Koronupassið gevur ikki 100 prosent tryggleika fyri at ein persónur ikki smittar, av tí at koppsett eisini kunnu gerast smittaði og bera smittuna, eins og ein persónur við negativari kanning kann bera smittuna eftir kanningin er gjørd. Tekin eru um, at koppsett fólk ið fáa Covid-19, smittað minni, enn ókoppsett fólk, sum fáa Covid-19.

- Tað er ikki møguligt at gera av, hvørt ein persónur við negativari PCR-kanning, yngri enn 72 tímar ella ein persónur, sum er liðugt koppsett, eru í ymiskum vanda fyri at bera smittuna. Bæði parametur eru tískil javnmett í koronapassinum, skrivar landslæknin í svarinum.

Miðalsmittutalið vaksandi
Nýggja skipanin við ferðsluljósum kom í gildi 13. november, og hon merkir, at so leingi miðalsmittutalið í sjey dagar er millum 15 og 75 tilburðir um dagin, verður koronapass kravt.

Hægsta miðalsmittutalið, vit hava verið uppi á, var 28. oktober tá talið var 81. Eftir tað minkaði tað, og var komið niður á 46 tann 13. november tá koronupass varð sett í gildi. Dagarnar eftir helt talið fram at minka, men síðani 18. november tá miðalsmittutalið var 37, er talið spakuliga vaksið aftur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder