Innanlands

Ongantíð prentað so stórt blað áður

Dimmalætting hesa vikuna er 128 síður, og setur met við hægsta síðutalinum, sum er prentað í Føroyum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-05-28 17:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dimmalætting hesa vikuna er ikki færri enn 128 síður. Í nógv ár hevur verið tosað um blaðdeyða og í koronatíðini hevur eisini sæð svart út hjá siðbundnu miðlunum uttanlands.

Men í Føroyum tykiskt støðan vera ein onnur. Í Dimmalætting hesa vikuna er temablað, sum snýr seg um at ferðast í egnum landi, afturat vanliga tilfarinum.

Av tí at landið hevur verið í at kalla undantaksstøðu, og gongd skal fáast á ferðavinnuna innanlands, er nógv at skriva um evnið. Góða móttøkan frá lýsarum er eisini ein orsøk til stóra síðutalið.

Á Prentmiðstøðini á Smyrilsvegi byrjaðu teir mikudagin um middagsleitið at prenta 128 síður langa blaðið, og út á seinnapartin varð liðugt prentað. Á Prentmiðstøðini er 96 síður tað mesta teir vita um, so hetta má vera met, hildu teir fyri.

Dimmalætting er komið út einaferð um vikuna síðani 2014, og upplagið hevur ligið støðugt um tey 3000.

Søguliga blaðið er á veg út og er í sølubúðunum í kvøld og í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder