Innanlands

Ongantíð verið so nógv leys størv í Føroyum

Tað má verða sera long tíð síðan, at støðan var líka ring, sum hon er nú, sigur Vinnuhúsið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-06-08 18:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tørvurin á starvsfólk til vinnuna og almennar stovnar er ovurhonds stórur í løtuni. Ein leyslig meting er, at eini 300 størv eru tøk at søkja í løtuni, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðuna.

– Í løtuni eru omanfyri 180 lýsingar eftir starvsfólki á starvsportalinum www.starv.fo hjá ALS, og í fleiri av hesum lýsingum verður lýst eftir fleiri starvsfólkum, og ikki er tað givið, at øll størv verða lýst á hesum starvsportali.

Talið á persónum, sum fáa arbeiðsloysisstuðul í løtuni er eisini nærum 300, vísir heimasíðan hjá ALS.

– Tølini á arbeiðsleysum og starvslýsingum tala fyri seg. Tað má verða sera long tíð síðan, at støðan var líka ring, sum hon er nú. Hetta er ein sera stór avbjóðing og verða virðir mist hvønn einasta dag.

Vinnuhúsið skrivar, at fyritøkur verða noyddar at umleggja arbeiðið fyri at veita tær vørur og tænastur, sum kundin eftirspyr, og innan ávís almenn øki verða tænastur til borgaran skerdar.

– Hetta er eitt álvarsmál og lítið er at ivast í, at orsakað av hesum verða virðir mist hvønn einasta dag. Tað er umráðandi, at politiska skipanin tekur hesa avbjóðing í álvara og syrgir fyri, at atgongdin til arbeiðsmegi verður betrað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder